Innanlands

Leygardagin letur Havnará upp

Fyrrapartin leygardagin verður hátíðarhildið, at áin sum er gjørd omaná Havnará, letur upp

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-07-19 10:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu mánaðirnar hevur verið arbeitt av øllum alvi á Vaglinum við at gera ánna sum rennur oman á Havnará.

Leygardagin kl. 11:25 verður snórurin kliptur, men áðrenn og aftaná er nógv á skránni. Mllum annað er framsýning við gomlum myndum, Havnar Hornorkestur, røður og ókeypis morgunmatur.

Skrá:

Kl. 10:00 er framsýning við gomlum myndum av Havnará í Snarskivuni sum Lív Arge Simonsen hevur skipað fyri.

Kl. 10:45 spælir Havnar Hornorkestur við Havnará.

Kl. 11:00 heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri, røðu.

Kl. 11:10 heldur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og teknisku nevnd, røðu.

Kl. 11:20 heldur Sigtór Petersen, stjóri í J&K Petersen, røðu.

Kl. 11:25 verður snórurin kliptur á brúnni.

Kl. 11:30 spælir Havnar Hornorkestur Havnar Marsjin.

Kl. 11:35 er ókeypis morgunmatur har tað eru bollar við osti, skuffu kaka, sunkist og kaffi/te.

Børn fáa eisini slush ice, soft ice, poppkorn og candyfloss frá skótunum hjá KFUM.

Kl. 11:35 spæla Kim Hansen og Jens Marni Hansen við bólki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder