2020-11-10 22:18

Bert ein persónur við bústaði í Leynum stillaði upp til kommunuvalið í Kvívíkar kommunu. Tað er Hans Jóhann Sørensen, og hann gjørdist vinnari á valinum í dag.
Hans Jóhann Sørensen fekk 69 persónligar atkvøður á Lista A, sum fekk seks umboð vald í bygdarráðið.
Hini valdu eru Frank Müller (einasta valevni frá Stykkinum), Oluf Müller, Michael Shemesh, Marjun Danielsen og Jóhanna Vang. Sermerkt er, at tey trý síðstnevndu øll fingu 25 persónligar atkvøður.
Listi B fekk eitt umboð, tað er Nelly Haakunardóttir Debes.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald