
Núverandi andstøðan við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum tekur yvir leiðsluna í Tórshavnar býráð.
Og nýggjur borgarstjóri verður the grand old man í Havn, býarkongurin Heðin Mortensen.
Javnaðarflokkurin fekk eitt gott val og fáa seks valdar býráðslimir. Saman við Annfinni Brekkstein í Sambandslfokkinum hevur núverandi andstøðan meirilutan. Alt bendir á, at listi B og C í kvøld gjørdu avtalu um samstarv í komandi setu.
Tí longu um hálvgun 12 tíðina vóru allir politikararnir farnir heim úr stórhøllini á Hálsi.
Einastu, sum sótu eftir tá klokkan fór um midnátt vóru tapararnir úr Fólkaflokkinum, Annika Olsen, sitandi borgarstjóri, og nývaldi Birgir Nielsen, sum nú skulu finna fótafestið í andstøðu.
Einasti spurningur nú tykist at vera, um Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin taka onkran afturat sær upp í meirilutaavtaluna. Fólkaflokkurin verður tað neyvan, men kanska Framsókn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald