Mentan

Lidia Ksiazkiewicz í Fuglafjarðar kirkju

Urgu - og klaverleikari á heimsstøði úr Polen á vitjan í Fuglafirði

2018-08-22 20:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lidia kemur til Føroya hósdagin 23. august og fer at hava 3 konsertir her á landi teir næstu dagarnar.

Tann fyrsta verður í Christianskirkjuni í Klaksvík leygardagin, tann 25. august, í Fuglafjarðar kirkju, sunnudagin 26 august, og Vesturkirkjuni týsdagin, tann 28. august.

Lidia er ein virtuosur og ein úrmælingur á heimsstøði. Hon er borin í heim í Poznana í Polen 1977. Fór at læra at spæla upp á klaver, tá ið hon var fimm ára gomul og orgul 20 ára gomul. Hon hevur vunnið mangt eitt heiðursprógv í klaver-  og orgulspæli t. d. 1994 eina internationala fyrstu heiðursløn í eini tónleikakapping í 20. árhundrað í Warszawa. Í 2004 fyrtsu heiðursløn í eini alheimskapping í orgulspæli í Rimini í Italia, vinnari av Haarlems  orgulkapping í Niðurlondum – César Franck, 2000 og Messiaen Graz í Eysturíki 2003 á heimsstøði. Hon hevur havt manga konsert kring í Evropa. Fyri stuttum var hon á konsertferð t. d. í Danmark.

Eftir at hon  flutti til Frankaríki, hevur hon tikið útbúgving við konservatoriið í Saint- Maur fyri orgul( 1. Virðisløn) og cembalo (gull heiðursmerki´). Í 2004 var hon finalistur á Chartres altjóða orgulkapping.

Hennara dugnasemi í orgul- og klaverspæli røkkur ikki bert til konsertir , men hevur hon eisini sanniliga nomið við nágreinligari gransking í uppalandi orgul- og klaverspæli. Hevur givið bók út um hetta ástøði t. d. eina tilgongd  í romantiskum orgultónleikaverkum.

Lidia Kisazkiewicz er organistur í  katedralinum í Laon og undirvísir við konservatoriið og lærda háskúlan í Strabourg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder