Innanlands

Hált aftur í morgun

Nógv jarðrok á Vestmanna- og Oyndarfjarðarvegnum – og óvanliga háld í Gøtudali niðan á Varmakeldueiði

2026-01-08 07:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsverk ávarar í morgun um, at tað er hált um alt landið. Serliga á vegnum til Vestmannar og til Oyndarfjarðar er nógv jarðrok, verður sagt.

Tað er enn ikki koyrandi eftir Oyggjarvegnum og til Syðradals á Streymoynni. Heldur ikki er koyrandi til Gjáar, men kavaruddingarmaskin er í gongd við at rudda vegin um Gjáarskarð, upplýsti Árni Jacobsen, økisleiðari fyri útvarpinum í morgun.

Hann ávaraði eisini um, at serliga á vegastrekkinum í Gøtudali millum rundkoyringina og Varmakelduskarð er óvanliga hált. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder