Innanlands

Løgreglan: - Hugsið tykkum um tá tit fara frá bilinum

Tað er hált kring alt landið í løtuni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-07 17:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórir trupulleikar eru við ferðsluni í dag, nú nógvur kavi er niðurkomin.

Løgreglan hevur tí eina á bilførarar um at hugsa seg um, tá tey seta bilin frá sær. Tað verði seg tá hann verður parkeraður, ella um ein hevur koyrt seg fastan onkrastaðni millum bygda.

Koyrilókindini eru av teimum allar ringastu kring alt landið, og nógvir bilar standa í løtuni til ampa fyri maskinurnar, sum skulu rudda vegirnar. Hetta kann fáa álvarsligar fylgjur, um eitt nú neyðsendarakfør ikki sleppa framvið.

Vaktleiðarin hjá løgregluni heitir tí á bilførarar um at hugsa seg væl um, áðrenn tey fara frá einum bili, sum til dømis er koyrdur fastur.

- Er tað soleiðis, at bilurin stendur langt úti á vegnum, ringið so til okkara og boðið okkum frá. So hava vit um ikki annað møguleika fyri at seta okkum í samband við eigararnar av bilunum, tá vegirnir skulu ruddast, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Koyrilíkindini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder