Hann er mest kendur fyri sínu mongu mál og sín stóra innsats á fótbóltsvøllinum. 29-ára gamli Klæmint Andrasson Olsen skoraði heili 26 mál í Betrideildini fyri NSÍ í farna kappingarári, og landsliðsáleyparin setir met, hvørjaferð hann skorar í fremstu føroysku deildini. Higartil hevur rituvíkingurin skorað 188 mál á hægsta støði í Føroyum.
Seinastu 12 árini hevur hann arbeitt hjá TN Bygging. Fyrst sum timburlærlingur og síðani sum húsasmiður. Seinastu árini hevur Klæmint verið arbeiðsformaður og hevur millum annað havt ábyrgd av lærlingum hjá TN Bygging.
Nú fer hann í nýtt starv. Runavíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at Klæmint Andrasson Olsen frá 1. januar verður skúlavørður í Runavíkar kommunuskúla. Tá gevst Páll Rasmussen, ið hevur verið í starvinum seinastu nógvu árini, vegna aldur
Klæmint Andrasson Olsen er eisini partur av Skálafjarðar Sløkkiliði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald