Nú tað stundar til jóla er Okkara komin við eini serstakari serøl við íblástri úr gomlu munkaølini. “Ein øl, sum hóskar sera væl til jólaborðið”, sigur Petur Petersen, stjóri í Okkara.
Nýggja ølin kallast No. 6 - Okkara Brandan. “Tað serstaka við hesari ølini er, at hon hevur ligið í rommtunnum í 9 mánaðar; nakað, sum gevur henni ein serstakan smakk av rommi og træi,” greiðir Petur frá.
Hóast ølin er gjørd við íblástri úr belgiskari munkaøl, so er No. 6 eisini serstøk føroysk. “Vit nýta poknugrót úr føroysku náttúruni. Tað verður karamelliserað í urtum og lagrað saman við ølini, og hetta gevur karamellsmakk og mineralir til ølina.”
No. 6 er ein sterk serøl við 11,5%, og sterkar ølir skulu helst njótast við 8-10 hitastigum heldur enn kaldar. “Serølin hóskar seg serliga væl til ræst kjøt og ost, og tí er No. 6 eitt gott boð til matin nú á jólum,” sigur Petur og leggur skemtandi afturat, at hon eisini hóskar seg væl undir jólatrænum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald