Uttanlands

Líkini av tveimum gíslum eftir í Gaza

Í gjár fekk Ísrael handað líkið av enn einum deyðum gísla, og sostatt hevur Ísrael nú fingið líkini av 26 av 28 gíslum, sum skulu útflýggjast sambært avtaluni um vápnahvíld

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-11-26 11:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár handaði Hamas Ísrael líkið av enn einum gísla, sum varð tikin av Hamas undir álopinum á Ísrael 7. oktober 2023, skrivar Reuters.

Hamas handaði Reyða Krossi líkið, og síðani varð tað flutt av Reyða Krossi til ísraelskar herdeildir í Gaza, váttar skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum.

Sum partur av avtaluni um vápnahvíld, sum kom í gildi 10. oktober, skulu allir livandi gíslar leyslatast, og líkini av deyðum gíslum skulu útflýggjast. Hamas hevði tá 20 livandi gíslar og 28 deyðar gíslar eftir í Gaza.

Teir 20 livandi gíslarnir vórðu leyslatnir stutt eftir, at vápnahvíldin kom í gildi, og nú eru 26 av 28 deyðum gíslum handaðir ísraelum.

Afturfyri eru nærum 2000 palestinskir fangar og líkini av fleiri hundrað palestinum leyslatin av Ísrael.

Síðan vápnahvíldin kom í gildi fyri seks vikum síðani hava báðir partar lagt hin undir at bróta vápnahvíldina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder