Liljan Weihe, tíðindaleiðari, hevur aftur fingið uppsagnarskriv.
Tað váttar hon fyri Portalinum men sigur, at hon ongar viðmerkingar hevur til málið. Hon sigur at Sigmund Poulsen, advokatur hennara úttalar seg í málinum.
Tí er ikki greitt, um hon hevur fingið uppsagnarskriv við tilboðið um nýtt starv, sum mentamálaráðið segði var møguligt í niðurstøðuni til kærumálið hjá Liljuni, um kringvarpsstjórin vildi flyta Liljuna í annað starv á stovninum.
Kári Sólstein, fyribilsstjóri í Kringvarpinum, hevur enn somu støðu í málinum. Hann sigur, at hettar er eitt innanhýsis starvsfólkamál í Kringvarpinum, og at hann tí ikki hevur viðmerkingar til málið.
Portalurin fylgir málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald