![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Liljan Weihe, sum í eitt ár hevur verið skrivari hjá fólkatingsliminum Edmundi Joensen í Sambandsflokkinum, gevst nú á Christiansborg.
Tað boðar hon frá á Facebook seinnapartin.
- Í dag sigi eg farvæl við eitt deiligt arbeiðspláss og nakrar uppaftur deiligari starvsfelagar
- Góði Edmund, takk fyri, at tú gav mær møguleikan at arbeiða á Fólkatingi aftur. Tað hevur verið hendingaríkt, gevandi og stuttligt, skrivar hon í heilsan til fólkatingslimin.
Edmund Joensen og Liljan Weihe (Mynd: Liljan Weihe / Facebook)
- Vit hava sjálvandi verið merkt av koronu - eins og øll onnur - men tað hevur ikki ávirkað samanhaldið, sum er millum skrivstovurnar hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum á Fólkatingi
Hon hevur áður arbeitt fyri Høgna Hoydal og Norðuratlantsbólkin á Christiansborg, men arbeiddi eisini í fleiri ár sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald