Ein fótbóltsfjeppari, sum er komin til Føroya at hyggja eftir Conference League dystinum í kvøld millum KÍ og Lille, hevur ligið nátt á løgreglustøðini fyri at sova rúsin av sær.
Maðurin varð tikin av løgregluni eftir at hann hevði svomið sær ein túr úti í Sandagerði í gjárkvøldið um hálvgun átta tíðina.
Ein persónur, sum gekk framvið, ansaði eftir, at maðurin var so mikið drukkin, at hann mátti hjálpast at koma í klæðini. Viðkomandi valdi at boða løgregluni frá.
Politistarnir, sum komu á staðið, staðfestu, at maðurin var so mikið fullur, at best var at fáa hann á løgreglustøðina at sova og fáa hita í kroppin aftur.
Hann er leyslatin aftur í morgun.
Aðrar fráboðanir um full fólk komu eisini í gjár. Í gjáramorgunin boðaðu fólk frá avdotnum manni í gamla kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn. Tá løgreglan kom á staðið, lá ongin har, og løgreglufólkini kundu staðfesta, at hann var komin niðan á Herbergið á Dalavegnum at fáa sær hitan í hitastovuni har.
Seinni varð eisini boðað frá fullum manni í Plantasjuni, men hetta gjørdist ikki nakað politimál, tí viðkomandi var saman við øðrum, sum kundu taka sær av honum, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald