2020-11-10 21:34

Linjohn Christiansen er tann borgarstjórin, sum hevur sitið longst í embætinum.
Og alt bendir á, at skiparin hjá Royal Greenland, sum hevur sitið sum borgarstjóri síðan 1988, kann taka eitt tørn afturat sum ovasti fyri kommununi eystantil á Sandoynni.
Linjohn Christiansen fekk 36 atkvøður og listi hansara, Listi A, fekk fýra av teimum fimm limununum í bygdaráðnum. Hini valdu á listanum eru Anita Joensen, Bogi T. Hentze og Høgni Samuelsen.
Torkil J. Dalsgaard varð valdur á lista B.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald