Maðurin, sum hevur sitið longst í borgarstjórasessinum – heili 36 ár – stillar uppaftur til kommunuvalið 12. november.
Talan er Linjohn Christiansen, borgarstjóra í Skálavíkar kommunu.
12 fólk á tveimum listum bjóða seg fram til kommunuvalið í Skálavík. Av teimum fimm, sum í løtuni siga í bygdarráðnum í løtuni, stilla fýra uppaftur.
Listarnir eru hesir:
Listi A
- Linjohn Christiansen, borgarstjóri
- Anita Joensen, sølukvinna
- Nanna Djurhuus, lesandi
- Sunniva E. M. í Stovuni, námsfrøðingur
- Martin Meinhard Sonny Frederiksen, maskinmeistari
Listi B
- Torkil Dalsgaard, stýrimaður
- Jákup Myllhamar í Geil, sjómaður
- Marjun Hansen, Hárfríðkanarkvinna
- Rúni Tindskarð Jacobsen, maskinmeistari
- Rani Simonsen, Bilmekanikari
- Birita Maria Trondesen, køkshjálp/reingerð
- Joan Hertha Poulsen, námsfrøðingur
Tey trý, sum stilla uppatur eru Linjohn Christiansen, Anita Joensen og Sunniva E. M. í Stovuni av lista A og Torkil Dalsgaard av lista B.
Høgni Samuelsen stillar ikki uppaftur.
(rættað kl. 19.05. Tað eru ikki trý, men fýra av núverandi bygdaráðslimunum, sum stilla uppaftur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald