Mentan

Lions og list á ólavsøku

Fountainhúsið í Havn fær í ár ágóðan av ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn. Freistin at boða frá listaverkum til framsýningina er úti í morgin

2022-07-20 14:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn er aftur í ár í Müllers Pakkhúsi í Havn, har bæði ólærd, sjálvlærd og onnur sýna fram síni listaverk. Sum altíð, er endamálið at savna saman pengar til eitt vælgerðarendamál, sum hesaferð eru Fountainhúsið Havn.

Endamálið við stuðlinum hjá Lions Club Tórshavn er at stuðla bæði lokal og nationalt, og hesum endamálinum røkkur Fountainhúsið væl og virðiliga, tí hóast tað er staðsett í Havn, kemur tað eisini øðrum til gagns enn teimum, ið búgva í Havn.

Sálarheilsa fyllir nógv í almenna rúminum og er eitt øki, sum støðugt er undir trýsti, so tí vil Lions Club Tórshavn rætta eina hjálpandi hond, so øll tey, ið koma í Müllers Pakkhús at hyggja at framsýningini og – ikki minst – keypa okkurt listaverk, eru við til at stuðla hesum góða og breiða endamáli.

Opið í fýra dagar
Listaframsýningin í Müllers Pakkhúsi letur upp seinnapartin mikudagin 27. juli og heldur fram ólavsøkudag, ólavsøkuaftan og leygardagin 30. juli. Mikudagin er opið klokkan 16-20, ólavsøkuaftan og ólavsøkudag klokkan 14-20, og leygardagin er opið klokkan 16-20.

Men eingin framsýning uttan listaverk og longu nú ber til hjá áhugaðum framsýnarum at melda síni listaverk til framsýningina. Freistin at melda seg til ólavsøkuframsýningina í Müllers Pakkhúsi er í morgin, hósdagin 21. juli, og listaverkini kunnu latast inn í Müllers Pakkhúsi týsdagin 26. juli millum klokkan 16 og 18. Óseldir málningar skulu heintast aftur leygardagin 30. juli millum klokkan 20 og 21.

Nærri kunning um, hvussu ein kann melda seg til, sæst á www.lions.fo ella á www.facebook.com/lionstorshavn, og eins og gjørt hevur verið hesi síðstu árini, kann hvør framsýnari í mesta lagi hava trý listaverk við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder