Mentan

Lis Samuelsen virkandi sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi

Hon verður virkandi sóknarprestur í eitt gott ár

Lis Samuelsen (Savnsmynd)

Lis Samuelsen (Savnsmynd)

2025-08-20 23:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á felags kirkjuráðsfundi í gjár innstillaðu kirkjuráðini Lis Samuelsen til tænastuna sum virkandi sóknarprestur í eitt gott ár frá 1. september í ár.

Biskupur er setanarmyndugleiki og hevur sett Lis Samuelsen í tað tíðaravmarkaða kallið, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.

Lis Samuelsen hevur drúgvar royndir sum prestur. Í 12 ár var hon prestur í Sorø Klosterkirke í Danmark.
 
Eisini hevur hon verið herprestur hjá tí donsku verjuni, har hon m.a. hevur verið í Estlandi í tríggjar mánaðir og arbeitt sum herprestur. 

Hon hevur ta seinastu tíðina røkt nøkur vikariatir í føroysku fólkakirkjuni. Tað seinasta var í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi nú á sumri í 2025.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder