Mentan

Listafólk kunnu nú søkja 3-ára starvsløn

Tríggjar listafólkalønir verða latnar í ár

2018-08-21 21:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú ber til hjá listafólkum, bæði við útbúgving ella royndum, at søkja um trý ára starvsløn. Endamálið er at bøta um umstøðurnar hjá listafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Tríggjar listafólkalønir verða latnar í ár.

Upphæddin á listafólkalønum svarar til læraraløn fólkaskúlans á lønarstigi 21.1.

Listafólk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan tey fáa hesa starvsløn, men tey kunnu hava inntøkur av teirra skapandi virksemi í 3 ára skeiðnum.

Faknevndir verða settar við tveimum umboðum fyri hvørja listagrein. Hesi skulu meta um listarligu dygdirnar á umsóknunum, og síðani gera tilmæli til grunnin at taka endaliga avgerð.

Nú eru góðar tvær vikur til seinastu freist at søkja, sum er tann 2 september kl. 23.59. Umsóknin skal latast inn á talgilda umsóknarblað grunsins. Umsóknir, ið koma seinni enn ásetta tíðarskeið, verða ikki tiknar við í hesum umfari.

Til ber at fáa fleiri upplýsingar og ráðgeving við at senda meyl til skrivstovuna á

[email protected] ella at ringja á tlf. 320842 ella 220845.

Meira kunning og umsóknarblað fæst á  https://mentanargrunnur.fo/

- Mentanargrunnurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder