Samstarvið millum Sunda kommunu og Listafólkasamband Føroya, um útleigan av skúlanum í Tjørnuvík til listafólkabústað, heldur fram. Skúlin í Tjørnuvík hevur verið nýttur sum gestabústaður til listafólk í nøkur ár nú. Sigast má, at hetta tilboð hevur eydnast sera væl.
Sunda kommuna hevur tí avgjørt at halda áfram við avtaluni við Listafólkasamband Føroya um útleigan av skúlanum til listafólkabústað. Týsdagin 6. november 2018 undirskrivaðu Marita S. Dalsgaard, forfólk hjá LISA og Thordis Dahl Hansen, varaborgarstjóri eina nýggja avtalu um, at skúlin verður nýttur til listafólkabústað.
Avtalan við LISA inniber, at tey umsita listafólkabústaðin í Tjørnuvík herundir allar útleiganir. Við nýggju avtaluni er Listafólkabústaðurin endaliga komin fyri at vera. Hendan slóðbrótandi verkætlanin listini at frama í eini so lítlari bygd sum Tjørnuvík hevur víst seg at vera ein sólskinssøga, skrivar Sunda kommuna.
Listafólk úr nógvum londum og innan alskyns listargreinar hava hesi seinastu árini búð í listafólkabústaðnum í longri og styttri tíðarskeið, og í summar vitjaði Krúnprinsessa Mary listafólkabústaðin. Bústaðurin hevur eisini verið nýttur av føroyskum listafólkum, men serliga eru tað listafólk frá øðrum londum, sum koma til Tjørnuvíkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald