Aftur í ár verður fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv karmur um árligu páskaframsýningina. Fernisering verður langafríggjadag kl. 14:00, og framsýningin er opin fram til og við 2.páskadag.
Tey, ið sýna fram, eru borgarar og onnur, sum hevur sínar røtur ella sín bústað í Eysturkommunu. Bólkurin av listafólki er støðugur, og tað er gleðiligt at síggja, at ung leggjast afturat. Í ár verður tað Meinhard Jensen, sum setur framsýningina, og Kári Sverrisson spælir gittar og syngur nøkur løg.
Listafólkini hesaferð eru sjey í tal: Tummas Jákup Thomsen, Lise-Lotte Bangsgaard Vindelbo, Dagmar L. Mouritsen, Jens Klæmint Jacobsen, Eik Klæmintsdóttir, Joy Ann Simonsen og Erla Jarnskor Ellingsgaard
Tey flestu hava sýnt fram áður, og framsýningin spennir frá keiputekningum um náttúrumyndir og stilleben heilt til sci-fi list.
Framsýningin er opin frá klokkan 14.00-18.00 allar dagarnar. Tað er ókeypis atgongd og øll eru hjartaliga vælkomin.
- Listabólkurin í Eysturkommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald