Ársins Listaleypur er nú latin upp við 14 spennandi listaverkætlanum úr Føroyum, Danmark, Íslandi, Norra, Svøríki, Hollandi og Kekkia. Listaleypurin er ein mentanarlig verkætlan, sum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið og Mentamálaráðið fíggja og fyriskipa til tess at geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða og fjølbroytta yrkislist úti á skúlunum kring landið.
Tilboðini í Listaleypinum fevna um sjónleik, opera, animatión, installatión, dans, arkitektur, skuggasjónleik, myndlist, palllist, tónleik, komponering og sangskriving. Úr rúgvuni av tilboðum kunnu nevnast Arkitektururin dansar, ið er ein samanrenning milum arkitektur og dans; klovnakynstur og sjónleikavenjing við Fritjof Fomlesen og norrøna operasøgnin Vølvunnar dómur.
Í Listaleypinum eru eisini tvær longri verkætlanir, har næmingar og lærarar, saman við listafólkunum, fáa møguleika at fara í dýpdina við listaligu tilgongdini í eitt longri tíðarskeið. Slow Adventure er ein rannsóknarferð og leitan eftir at vita, hvat tað er at ganga í fjøllunum og í verkstovuni Tónleikur og talgildir miðlar skapa og framføra næmingarnir sínar egnu føroysku sangtekstir.
Listaleypurin hevur í ár fingið nýtt búmerki og nýggja heimasíðu, ið Savna hevur gjørt, við allari kunning um tilboðini og har lærarar og næmingar í felag kunnu tilmelda seg og fáa listavitjanir.
Øll tilboðini í Listaleypinum eru ókeypis hjá skúlum í teimum kommunum, sum luttaka í verkætlanini. Tilmeldingarfreistin hjá skúlum, er 15.sep. 2018. Tá skráin verður løgd, verður dentur lagdur á at røkka so nógvum aldursbólkum sum til ber og at spjaða vitjaninar um alt landið.
Metstórur áhugi hjá listafólkum at luttaka
Á hvørjum ári kunnu føroysk og útlendsk listafólk søkja um luttøku í Listaleypinum og í ár var áhugin metstórur við fleiri enn 100 umsóknum. Ein úrvalsnevnd við yrkiskønum listafólkum, lærarum og námsfrøðingum velur millum innkomnar umsóknir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald