Til og við mikudagin hava 28 norðurlendsk listafólk framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Ein av teimum er Georg Suðurgarð, sum er búðsitandi á Sandoynni.
Hanne Matthiesen, sum hevur kuraterað og samskipað framsýningina greiðir frá, at hetta er ein norðurlendsk ferðaframsýning við smáum originalum verkum, Artmoney, ið eru listaverk sum eisini kunnu nýtast sum alternativt gjaldoyra. Har eru ávís krøv fyri at vera við í Artmoney, eitt nú skulu myndirnar hava somu stødd, 12x18 sentimetrar og sama prís, 200 krónur. Á heimasíðuni hjá Artmoney er eitt yvirlit yvir handlar har man kan gjalda við Artmoney.
- Higartil hava vit haft framsýningar í Danmark, Álandi, Finlandi og Íslandi, og nú eru vit so komin til Føroyar. Eitt av tí stuttliga við Artmoney er, at listaverkini ikki eru størri enn, at eg fái ferðast runt við eini heilari framsýning eftir 28 listafólkum, í einum kufferti, sigur Hanne Matthiesen og flennir.
Hanna Matthiesen og Georg Suðurgarð í Smiðjuni í Lítluvík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald