Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya, fekk eina óvæntaða uppringing tá hon kom til arbeiðis á listasavninum í Gundadali í morgun.
Um hon hevði møguleika at taka ímóti hennara hátign Margretu drotning eina løtu um middagsleitið í dag.
- Jú, sjálvandi høvdu tey stundir. Harvið fingu starvsfólkini á listasavninum og teir gestirnir, sum av tilvild vitjaðu savnið um middagsleitið eitt royalt upplivilsi.
Tað var eftir egnum ynski, at drotningin vildi sleppa at uppliva føroyska list áðrenn leiðin gekk vestur í Vágar og aftur til Keypmannahavnar.
Áhugað og vitandi
- Tað var ein ógvuliga áhugað og vitandi drotning, vit fingu á vitjan. Hon hugdi fyrst eftir fasta savninum um føroyska list, vitjaði síðan serframsýningina “Heimstaðurin” og at enda fór hon innum í “Bládýpið” hjá Tróndi Patursson.
- Hennara hátign tók sær veruliga tíð til at síggja alt, og spurdi ógvuliga áhugað og vitandi um tey einstøku listaverkini, greiðir Karina Lykke Grand frá.
Tað er kent, at drotningin er serliga listaáhugað, og at hon eigur eisini nógva føroyska list – bæði slíkt, hon hevur fingið sum gáva á vitjanum, men eisini list, ið hon sjálv hevur ognað sær. Og tað hanga verk eftir føroyskum listafólkum bæði umborð á Dannebrog og á Amalienborg.
- Vit royndu at vísa henni og greiða henni frá verkum, sum kanska kundu havt áhuga hjá drotningini. Eitt nú verkið hjá Astri Luihn, sum vit læntu út til Norðurlandahúsið í sambandi við galladøgurðan har á fyrsta kvøldinum á Føroyavitjanini. Tað er verkið, ið sæst aftanfyri á myndunum, ið vórðu tiknar í sambandi við, at drotningin helt sína røðu.
- Eisini royndi eg at greiða frá serliga listini hjá Sigrun Gunnarsdóttir eftirsum hon hevði fingið eitt listaverk frá júst henni á vitjanini hesaferð, sigur Karina Lykke Grand.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald