2020-11-10 20:54

Seinast vóru fimm fólk vald inn í kommunustýrið í Hovs kommunu. Nú er fólkatalið í kommununi minkað so mikið, at tað hesaferð bert skulu veljast trý fólk í bygdaráðið.
Tveir listar stillaðu upp, men Listi A fór við øllum. Øll tey trý fólkini á listanum vórðu vald í bygdaráðið.
Delmar Tausen, sum fyrr hevur verið borgarstjóri í Hovi, gjørdist toppskorari við 28 atkvøðum, Bergljót Ludvig fekk 16 og Jón Midjord 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald