
Listi B, listin hjá undanfarna borgarstjóranum, Suna Jacobsen, vann valið í Sørvági hesaferð. Men tað var akkurát so, at fyrrverandi borgarstjórin varð afturvaldur. Hann gjørdist nummar fýra á listanum, og gjørdist síðstvaldur í bygdarráðnum.
Stóri toppskorari á valinum í Sørvági gjørdist Eyð Ellingsgaard, sum fekk 126 persónligar atkvøður.
Listi B fekk við 405 atkvøðum fýra umboð í bygdarráðnum, meðan Listi A, fekk 368 atkvøður og tríggjar limir í bygdarráðnum, og misti harvið meirilutan, sum hann hevur havt hetta valskeiðið.
Kanska hevur tað havt avgerandi týdning fyri henda listan, at Aimé Jacobsen ikki stillaði upp aftur hesaferð.
Vald fyri Lista B eru:
Eyð Ellingsgaard 126
Jóhan Mikkelsen 69
Elsebeth Davidsen 58
Sune Jacobsen 46
Listi B:
Hugin Skaalum 66
Jón Joensen 48
Jóhan Frói á Ørg 47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald