Innanlands

Listin farin út um øll mørk

Løgreglan verður tikin upp í málið og innanhýsis kanning er sett í verk. Alt orsakað av einum sonevndum “Straffbarlista”, sum var í umferð millum næmingar á Glasi í gjár

Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi, til høgru (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi, til høgru (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-05 19:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leiðslan á Glasi tekur málið um “Straffbarlistan”, sum í gjár var í umferð millum næmingar á Glasi í størsta álvara.

- Tann listin vit hava sæð í ár, er farin út um øll mørk. Og tí velja vit á Glasi at reagera beinanvegin fyri at markera, at ein tílíkur listi og tílikur atburður ikki verður góðtikin, segði Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi, við útvarpið í dag.

Talan um lista, sum metir um hvør er lekkrast, og hevur viðmerkingar av seksuellum tóna um ymsar lærlingar, næmingar og lærarar, sum verða nevnd við navni.

- Vit tosa heilt greitt um, at fólk vera happaði og fáa viðmerkingar persónliga, sum eru niðrandi og eisini við seksuellum tónum av tílíkum slag, at tað ikki er nakað sum nakar bæði kann ella skal senda víðari til nakran annan, sigur rektarin.

Hann sendi í gjár eini boð út til øll sum hava sína dagligu gongd á skúlanum, har hann skrivaði, at málið verður latið løgregluni. Eisini er innanhýsis kanning sett í verk fyri at staðfetsa hvør stendur aftanfyri listan.

Steinbjørn Hardlei greiðir frá at avleiðingarnar kunnu verða ymsar. Tað kann vera ein ávaring, kann vera man verður koyrdur heim í nakrar dagar, tað kann vera at man verður burturvístur í skúlanum ella yvirhøvur.

- Vit taka tað í allarstørsta álvara, sigur Steinbjørn Hardlei við útvarpið.

Les eisini: “Niðrandi og ótespiligar orðingar” á lista í umferð á Glasi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder