Innanlands

Lítið ferðsluóhapp í Klaksvík

Maður gjørdist illur í sær í handli í Havn í gjár

2025-11-04 08:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nakað eftir klokkan 20 í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um eitt lítið ferðsluóhapp í Klaksvík.

Talan var um ein bil, sum koyrdu út úr einum parkeringsbási og rendi saman við einum øðrum bili. Talan var einans um smávegis materiellan skaða.

Í Havn varð ein maður skuldsettur fyri skilhaldsreglurnar seinnapartin í gjár. Hetta hendi, tá løgreglan fór í ein handil í býnum at vísa mannin burtur. Maðurin er óynsktur í handlinum orsaka av hendingum, sum fyrr hava verið av honum har. Men í gjár gjørdist maðurin so mikið ómøguligur, tá løgreglan kom, at hann fekk eina skuldseting fyri brot á skilhaldsreglurnar. Hetta førir vanliga til eina bót.

Annars hevur seinasta samdøgrið verið stak friðarligt hjá løgregluni, upplýsir vaktleiðarin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder