2024-07-06 18:54
Ein grind, sum varð funnin á Rituvík um 13 tíðina seinnapartin legði um 17 tíðina beinini í Streymnesi.
Talan var um, einar 50-60 hvalir.
Drápið gekk skjótt. Nakað av bátum vóru við í rakstrinum, men nakað fleiri fólk kundi verið á sandinum, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður.
Býtt verður í dráps- og rakstrarpartar, men møguliga eisini í heimapartar.
Enn er ikki greitt nær seðlarnir koma út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald