2026-04-26 15:01
Norska Eysturlandið varð í morgun rakt av einum lítlum jarðskjálvta.
Jarðskjálvtin, sum er máldur til 3,6, er ógvusligasti jarðskjálvti, sum hevur rakt hendan partin av Noregi síðan 2004, skrivar norska Norsar, sum hevur eftirlit við jarðskjálvtum.
Millum annað norski høvuðsstaðurin Oslo er raktur, og hava staðbundin fólk boðað frá rystingum í býnum, skrivar DR.
Higartil er ikki boðað frá nøkrum fólkaskaða ella øðrum stórum skaðum.
Evropeiski eftirlitsstovnurin EMSC sigur, at jarðskjálvtin varð máldur til 3,0, og tað sama siga svenskir myndugleikar, sum hava eftirlit við jarðskjálvtum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald