Innanlands

Lív Egholm og Óluva Poulsen fingu ársins sálarheilsuvirðisløn

– Tær hava í mong ár hava starvast á Psykiatriska deplinum og hava uppiborðið eina viðurkenning fyri teirra góða arbeiði

(Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið)

(Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið)

2024-10-12 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á tiltaki hjá Sinnisbata í Smæruni á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktober handaði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, sálarheilsuviðurslønina 2024 til Lív Egholm og Óluvu Poulsen.

Tær hava í mong ár hava starvast á Psykiatriska deplinum og hava uppiborðið eina viðurkenning fyri teirra góða arbeiði, skrivar Sinnisbati.

– Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum starvast fleiri dugnalig fólk, ið veruliga brenna fyri teirra yrkjum. Gerandishetjur, sum hava so stóra ávirkan á gerandisdagin og lívið hjá nógvum fólkum.

– Lív hevur seinastu 14 árini arbeitt sum fysioterapeutur og Óluva seinastu 24 árini sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tær eru nærlagdar, róligar og hava báðar ein serligan eginleika at síggja heila menniskjað og knýta sambond.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder