Innanlands

Lív í á virkisstovuni á Lágargarði

Fólk vóru úti allan dagin og gjørdu fimleik, sungu, og Hannis spældi á harmoniku

Mynd: Torshavn.fo

Mynd: Torshavn.fo

2018-06-21 21:45 Author image
Innsent
placeholder

Í góðveðrinum nú ein dagin byrjaði dagurin á Virkis-og venjingarstovuni á Lágargarði við morgunmati úti. Fólk vóru úti allan dagin og gjørdu fimleik, sungu, og Hannis spældi á harmoniku. 

Síðani grillaðu tey kjøt til døgurðan og fingu lasagnu frá køkinum. Seinnapartin grillaðu tey pylsur og fingu køku til millummála. 

Mikudagin 20. juni vóru tey árliga summartúrin. Tey byrjaðu á Lágargarði og koyrdu við bussi út á Hamarin á Argjum, so oman í Vágsbotn og at enda heilt niðan Oman Gil í Hoyvík. 

Haðani fóru tey gjøgnum Kaldbakstunnulin og niðan í Mjørkadal, har tey vitjaðu verkstaðið hjá Joel Cole. Hetta vóru øll sera glað fyri. 

Tey endaðu dagin á Hotel Føroyum, har tey fingu góða móttøku og sera góðan mat. Ein sera góður dagur.

Mynd: Torshavn.fo

Mynd: Torshavn.fo

Mynd: Torshavn.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder