Seinnapartin í gjár varð skipað fyri móttøku í sambandi við, at víðkaða harðskapsráðgevingin í Kvinnuhúsinum tók nýggj høli í brúk. Samstundis fekk ráðgevingiin búmerkið sítt og navnið "Liv uttan harðskap".
Tað hevur í longri tíð verið arbeitt við at betra um ambulantu ráðgevingina í Kvinnuhúsinum. Og nú er so latin upp ein harðskapsráðgevingin, ið er ætlað kvinnum og monnum, sum eru ella hava verið útsett fyri harðskapi í parlagi og nærsambondum. Eisini er tað til avvarðandi, sum ofta hava tørv á ráð og vegleiðing í mun til støðuna hjá teirra kæru.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, luttók og bar fram røðu. Hon segði millum annað soleiðis.
- Vit eiga sum samfelag støðugt at vera uppá vakt og miðvíst stremba eftir at ongin skal noyðast at liva í harðskapi. Tí harðskapur er altíð eitt samfelagsmál og ongantíð eitt privatmál. Harðskapur er ein samfelagstrupulleiki. Harðskapur er ólógligur og skal ongantíð góðtakast ella rættvísgerast. Hetta fara vit at standa saman um.
Til ber at lesa alla røðuna her
Almanna- og mentamálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald