
Tann vaksni kærleikin fær lív og ljóð, tá Døgg Nónsgjógv gevur út heildarútgávuna Livandi 27. august. Tvær dagar seinni, 29. august klokkan 21, bjóðar hon til útgávukonsert í Reinsarínum.
– Útgávan fevnir um 11 nýggj løg, sum lýsa kærleikan, tá hann er vaksin og veruligur. Løgini siga frá styrki og veikleikum, sárum og vón – alt tað, sum ger kærleikan menniskjaligan.
– Vit kenna Døgg frá "Tú tók mína hond", frá vøkru duettini í Aldingarðinum hjá Marius Ziska, og fleiri løgum, ið hava fest seg í hjørtuni hjá lurtarunum. Hennara rødd er ofta samanborin við Lisu Ekdahl – mjúk, innilig og við djúpd – men Døgg er heilt sín egna.
Á konsertini verður eisini framførsla saman við Høgna Lisberg, Jan Rúna Poulsen, Johan Hentze, Mattiasi Kapnas og fleiri øðrum, skrivar Torsgøta í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald