Mentamálaráðið er farið at menna eina skrá yvir tann siðaarv, ið livir millum fólk í Føroyum.
Skráin verður gjørd í sambandi við, at Føroyar hava tikið undir við UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi, sum fekk gildi í Føroyum 1. oktober 2018.
Í tí sambandi heitir Mentamálaráðið á feløg, einstaklingar og stovnar, ið virka fyri og útinna siðaarv av einhvørjum slagi, um at skráseta sín siðaarv í skránni, so vit á tann hátt fáa sett orð á siðaarvin og tey virði, ið hann hevur í sær.
Bátasmíð, føroyskur dansur og kvæði, virking av ull, umframt siðir, ið eru knýttir at serstaka føroyska matinum eru uppløgd evni at taka við í skránna, men eisini annað, so sum felagssangur, bindiklubbar og nógv annað kann verða skrásett sum siðaarvur og partur av livandi mentanini í Føroyum, frættist úr Mentamálaráðnum.
Við UNESCO sáttmálanum hava Føroyar bundið seg til at virka fyri, at siðaarvurin kann hava sítt livandi virki í samfelagnum, umframt at fremja gransking og útbúgving á økinum.
Eitt av átøkunum, sum UNESCO sáttmálin ásetur, er, at ein skrá skal gerast yvir siðaarv, fyri at varpa ljós á og umrøða, um hann hevur røttu karmarnar at virka undir, og hvat kann verða gjørt fyri at tryggja siðaarvin fyri eftirtíðina
- Vit hava eitt ríkt og livandi mentanarlív í Føroyum, og vit eiga at geva okkum far um tann týdning, ið siðaarvurin hevur. Bara soleiðis kunnu vit tryggja, at virði, førleikar og vitan um siðvenjur og siðbundið handverk, kunnu verða varðveitt til okkara eftirkomarar, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.
- Vónandi taka fólk væl undir við átakinum, so skráin kann verða útbygd við fleiri dømum um siðaarv, ið hevur virði fyri fólk í Føroyum, sigur Rigmor Dam.
Á heimasíðuni www.livandimentan.fo er kunning um skránna og oyðublað, ið kann verða fylt út og sent Mentamálaráðnum.
Tað stendur øllum í boði at senda uppskot um evni at taka upp í skránna. Ein nevnd við umboðum úr Mentamálaráðnum, Tjóðsavninum og Fróðskaparsetri Føroya er sett at meta um innsendu evnini og tryggja, at tey liva upp til tey krøv, ið verða sett í UNESCO sáttmálanum um verju av siðaarvi.
Á heimasíðuni eru eisini leinkjur til skráir yvir siðaarv í øðrum Norðurlondum, og har eru nógv áhugaverd dømi. Í Danmark eru eitt nú felagssangur, súkkling og siðir kring donsku skúlabókasøvnini tikin við í skránna, og í Íslandi eru eitt nú torvskurður, at syngja vøgguvísur og siðir og handverkið kring tjóðarbúnan tikin við í skránna.
Evni, ið standa í føroysku skránni, kunnu eisini antin verða innstillað til listan hjá UNESCO yvir siðaarv mannaættarinnar - ella í skránna við dømum um góðar verndarhættir.
Í eina tíð hevur til dømis verið arbeitt við einari felags norðurlendskari innstilling av norrøna súðubygda bátinum, sum eisini fevnir um føroyska bátin. Men eitt av krøvunum fyri at vera við í innstillingini er, at føroyski báturin fyrst hevur staðið í eini føroyskari skrá yvir siðaarv, skrivar Mentamálaráðið á heimasíðuni. Tað kravið er nú uppfylt, og Føroyski báturin – bátasmíð, siðir og brúk er skrásett sum fyrsta evnið í skránni Livandi mentan.
Nú verður so farið undir at fáa fleiri dømi um siðaarv í føroysku skránna – vónandi við góðari hjálp frá føroyingum kring alt landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald