Mentan

Livandi tilfeingi á Reinsarínum og Perluni

Árliga tiltakið, har tað ber til at uppliva livandi verkstøð, verður komandi vikuskiftið

2019-11-26 07:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Livandi tilfeingi er eitt árligt tiltak, har siðbundið føroyskt handverk verður sett í miðdepilin.

Livandi verkstøð, har m.a. dreyibonkur, essa, seymimaskina, handamboð verða víst í verki.

Tey vitjandi kunnu síggja tilfarið, teknikkin og framferðarháttin, men ikki minst, tey kunnu keypa hondgjørdar vørur.

Tey handverk, ið verða við, eru jarn-, træ- og grótsmiðja, matur, tónleikur, klædna-, ull-, leir- og smúkkuarbeiði.

Tiltakið er alment og umframt tey livandi verkstøðini verða tónleikaframførslur, kaffi, køkur, suppa og nógv annað.

Livandi Tilfeingi byrjar fríggjadagin klokkan 14 og er opið fram til sunnukvøldið kl. 18.

Myndirnar eru frá tiltakinum í fjør

[object Object]

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder