Støðan umborð á bátinum Rose, har Livar Nysted úr Hvannasundi og fýra aðrir rógvarar royna at vinna upp land í Suðuramerika uttan róður við at rógva bátinum eftureftir, er einki at reypa av.
Teir hava skorið enn meira av matskamtanini fyri at hava nóg mikið til allan túrin, so svongdin er vorðin ein órógvandi ferðafelagi hjá teimum.
Teir vóna at kunna kalla onkran bát, ið kann hjálpa teimum við provianti, men orsaka av korona stongslinum, er ferðslan ikki nógv. Eingir stuttleikabátar eru at síggja yvirhøvur. Teir hava møtt onkrum stórum handilsskipi, sum ikki hevur møguleika at støðga hjá teimum so leingi tað ikki er talan um neyðstøðu.
Teir royna seg tí við tí, teir kunnu veiða úr sjónum. Onkrar nætur hava teir fingið ríkiligt av fiski, sum er komin flúgvandi, antin eftir ljósinum, ella undan øðrum størri ránsfiskum, sum nógv er til av í farvatninum, har teir sigla.
Tað hjálpir upp á svongdina, men kann eisini vera ein ampi, tí teir siga tað vera alt annað enn behagiligt, at verða raktur av flúgvandi fiskum, meðan teir standa ella sita og royna at halda bátinum á kósini við árum.
Onkra náttina eru so nógvir flúgvifiskar lendir innanborða, at teir hava verið noyddir at lempa meginpartin fyri borð aftur tá teir høvdu tikið so mikið, sum teir hildu seg kunna klára eta.
Fekk eina dorado á húkin
Seinastu dagarnar hava teir ikki sæð nógv til flúgvifiskar, men stórir, skjóttsvimjandi fiskar eru at síggja, og tí gjørdi Livar sær ein húk til í royndini at fáa fatur á einum av hesum, kanska ein tun- ella svørfisk.
Og tað riggaði í gjár. Ein stórur fiskur beit á, og tað eydnaðist teimum eisini at fáa hann innanborða, men ólukkutíð, spráklaði fiskurin so nógv, at honum eydnaðist at sprákla seg sjálvan á sjógv aftur.
Húkurin hjá Livari
Livar skrivar soleiðis um hendingina í sms-boðum heim til familjuna:
”OMG. Eg fekk ein stóran fisk ä húkin og fekk fiskin umborð, hann var púra svakur og sprellaði so nógv, at eg kláraði ikki at halda honum umborð. So hann fór sprellandi fyri borð. OMG eg var keddur. Hann mundi viga eini 15-20 kilo, mega stórur, tað var ein dorado, tú kanst googla teir. Men so veit eg, at húkurin riggar. Annars gongur nokso skjótt hjá okkum nú, og vónandi heldur ferðin sær”.
Ferðin góð nú
Ferðin hevur verið naka betri hesar seinastu dagarnar, teir hava fingið viðvind, skrivar skiparin á Rose, Ralph Tuijn.
Meira ivasamt er, um teir megna upp land í ætla málbýnum, Cayenne í Fronskum Gujana, ið, sum skilst, er einasti býur, har teir hava fingið lyfti um at sleppa í land. Teir hava fingið ymisk boð, um hvussu best er at sigla. Tað ræður um at koma rætt í mun til ein streymin, sum rekur í klingur út fyri Cayenne.
Fyrst varð sagt, at teir skuldu halda kósina suðurum, men hava nú fingið boð um at halda seg norðan fyri henda meldurin. Men hetta verður ikki so lætt.
Ralph Tuijn skrivaði soleiðis í gjár í dagføring síni:
- Vit er longu komnir ov langt suður, og tað merkir, at vit ikki klára Cayenne. Hetta er ørkymlandi! Nú kunnu vit velja millum ikki at koma fram ella at berjast hart og kanska klára tað. Latið okkum velja tað seinna... Onkusvegna hava vit megnað at seta kósina meira vestureftir hóast og hildið eina kós á 270 stig onkuntíð 280 stig. Higartil sær tað gott út!”
Í gjár vóru teir 460 fjórðingar úr Cayenne, tað vil siga, at teir hava lagt yvir 400 fjórðingar aftur um seg siglandi aftureftir síðani óhappið við róðrinum, og framvegis er kósin sett móti Cayenne.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald