
- Oh my god. Eg ristist. Eg eri málleysur, segði kendi svimjarin Pál Vitalis Joensen úr Vági, tá hann hevði vunnið 2,2 milliónir krónur.
Hann fór avstað við øllum í Gekkinum í kvøld. Gekkaupphæddin var stór, heilar 2,2 milliónir krónur.
Pál Vitalis Joensen hevur vunnið nógv áður, men gekkin hevði hann ikki vunnið áður, segði hann.
Pál Vitalis Joensen valdi ikki at deila upphæddina í trý, sum annars stóð honum í boðið.
Í fyrsta snari lendi hann á 40.000 krónur, sum hevði givið honum 120.000 krónur. Vágbingurin, sum í kvøld var staddur á Tvøroyri føldi, at hann hevði eydnuna við sær og royndi einaferð afturat.
Hann lendi á gula leypinum, sum tryggjaði honum 2,2 milliónir krónur.
Hann og konan vóru stødd hjá verfamiljuni á Tvøroyri í kvøld, og spældu gekk, greiddi Pál Joensen frá og tað var sum um at tað ikki reiðiliga var gingið upp fyri honum, at hann varð blivin millióningur.
- Konan er øgiliga glað, segði hann.
Gekkurin næsta fríggjadag er 100.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald