
Nýggju løgini vóru skrivaði stutt eftir upprunaligu útgávuna í 2004.
Útgávan kemur út í dag, men tvey stakløg "Amazing Girl" og "A Better Today" komu longu út í summar.
Tónleikastílurin er eitt fjálgt bland av elektroniskum og autentiskum ljóði, har ein innilig poesi hittir eitt elektroniskt ljóðlandslag. Tónleikurin sveimar ímillum elektroniskan popp, rokk og eina dreymakenda melankoli.
Dividedminds’25 er føroyska Maria Guttesen og danin Stephen Nørrelykke í samstarvi við rithøvunda kvinnuna og sangskrivara Lene Drachmann. Tey byrjaði samstarvið í 2001 og góvu út The Last Night í 2004. Fløgan fekk góð ummæli og førdi til fleiri konsertir í Danmark og Føroyum, og vóru tey eisini at hoyra í bæði útvarpi og sjónvarpi í Danmark.
– Tað er okkurt í ljóðmyndini, tekstunum, løgunum, sanginum og handfaringini av ljóðførunum, sum elvir til at vit fáa hug at lurta. – Ivan Rod, Gaffa (umsett úr donskum)
Dividedminds’25 The Last Night ( Remastered ) kemur út á Tutl, bæði sum dupult-LP og til stroyming.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald