Innanlands

Livar Nysted hevur tað gott eftir umstøðunum

Greitt er, at føroyingurin á Naddoddi á túrinum til Norra, Livar Nysted, er ein av teimum bjargaðu

Livar Nysted her á Naddoddi leygardagin (Mynd: Livar Nysted)

Livar Nysted her á Naddoddi leygardagin (Mynd: Livar Nysted)

2024-08-27 23:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn hava norsku myndugleikarnir ikki boðað frá, júst hvør av teimum seks av manningini á Naddoddi er druknaður í kvøld. Men greitt er kortini, at talan er ikki um Livar Nysted úr Hvannasundi.

Hesum boðar kona Livar, Svanna Sigmarsdóttir, frá á Facebook í kvøld

- Livar Nysted hevur ringt heim og hann hevur tað eftir umstøðunum gott, skrivar Svanna Sigmarsdóttir.

Hini fimm eru øll útlendingar. Andy Fitze, skipari úr Sveis, Karla Dana, víkingafornfrøðingur úr Meksiko, búsitandi í Florida, USA, Saeny Blaser, fotografur úr Sveis, Georg Aebi og Martin Fitze.

Bjargingarátakið heldur fram hóast sera ringt veður er á leiðini. Fimm av teimum seks vórðu bjargað upp í tyrlur og flutt til Florø. MRCC segði við Kringvarpið í kvøld, at sætti persónurin lá undir bátinum, druknaður.

[object Object](Kort: Bergens Tidende)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder