Livar Nysted og teir fýra róðrarfelagarnir hjá honum umborð á Rose hava nú givið upp at rógva til Suðuramerika.
Við umleið 870 fjórðingum eftir av teininum tóku teir avgerð um at leggja árarnar inn, og teir hava ístaðin riggað sær eitt segl til, so teir kunnu náa suðuramerikanska meginlandinum við hjálp av passatvindinum.
Orsøkin er, at tað vísir seg ikki at bera til at rógva bátin uttan róður. Skaðin tá ein hávur leyp á róðrið er so mikið stórur, at róðrið ikki kann umvælast aftur.
Les eisini: Hávaálop hevur oyðilagt allar vónir um met
Teir gjørdu eina roynd at rógva víðari – øvugt, við reyvini fremst – fyri betri at halda kósina, men tað vísir seg ikki at rigga.
Livar skrivar soleiðis:
”Eg havi fyrr verið í tí støðu, at mist róðrið, mitt úti á Atlanshavinum. Tá endaði tað so eisini við, at vit mistu bátin. Eg havi mangan hugsað síðan tá, at vit kundu heilt sikkurt gjørt eitt ella annað, so vit kundu bjárga bátinun, og eg havi eisini lovað mær sjálvum, at kom eg í somu støðu aftur, so skuldi eg gera alt fyri at bjarga bátinum. Nú eri eg so í somu støðu.
Tann stóra kabinan framman, hevur sera stóra ávirkan á, hvussu báturin uppførir seg, og er einki ródur á bátinum, fer gronin altíð upp í vindin. Tað er faktist vónleyst at rógva bátin uttan róður. Vit funnu so uppá at bakka bátin, tvs vit vendu um uppá alt á dekkinum, og nú er reyvendin á bátinum gronin. Ja, tað ljóðar løgið, men tað er einasti máti at fáa ferð á bátin.
Uttan róður, so kunnu tit ætla, at tað var lítið skil á kósini. Vit fóru sum ein fullur maður, zig zag eftir sjónum, og fyri hvørjar 4 fjóðringar vit róðu, komu vit 1 fjóðring nærri landi, so hettar kom heldur ikki at ganga í longdini. hettar kom at taka so langa tíð, at vit komu ikki at hava nokk av máti til ein so langan túr. Nú mátti okkurt gerast í gjørdi mun, ella vóru vit noyddur at fáa hjálp.
Tað var við tungum hjarta, at vit gjørdu okkum eitt lítið segl úr einum soviposa og brúktu 2 árar sum mastrar. So nú sigla vit ístaðin fyri at rógva. Báturin siglir ikki serliga væl, men tað er nú heldur ikki løgið, tí vit bakka, men vit ganga ímóti landi. Ferðin er uml 2 knob. Vit stýra bátinum við 2 árum har frammi, sum nú er revendin á bátinum. Tað er sera tungt at stýra bátinum, so róðurtørnini eru bara 30 minuttir í senn. Tað var ikki møguligt at rógva og samstundis stýra bátinun við árum, vegna plásstrot á dekkinum.”
Trupulleikin við seinkingini er eisini, at maturin umborð er við at ganga undan. Fyri at spara upp á proviantin, so velja teir ferðandi at eta flúgvifisk ístaðin.
- Vit hava etið eina rúgvu av flúgvifiski. Seinastu nátt komu 40-50 stórir flúgvifiskar á dekki, teir hava vit so kóka í dag, skrivaði Livar í gjár.
- Annars hava vit tað gott og lagi á monnum er eisini gott. Veðurmaðurin hjá okkum hevur sagt, at vit skulu roknað við nógvum regni og nógvari toru í 2-3 dagar, so tað verur sikkurt ófantaligt hesar komandi dagarnar. Vit eru nú 650 fjóðringar frá landi, so tað gongur rætta vegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald