Sunnudagin 23. februar klokkan 16 verður útgávutiltak í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Útgávan, talan er um, eru tríggjar listagreinir sjóðaðar saman í eina heild. Eitt myndprýtt yrkingasavn við fløgu.
Bárður á Lakjuni hevur yrkt tekstirnar og gjørt løgini. Sámal Toftanes, listamálari, prýðir savnið við myndum, ið lýsa innihaldið í tekstunum. Niclas Johannesen framleiðir tónleikaliga partin saman við Bárði, og skaptar verða ljóðmyndir, ið lýsa huglagið í ymisku tekstunum.
Á tiltakinum fer Frits Johannesen at senda Bárði eina heilsan. Málningarnir hjá Sámali verða at síggja og Martin Joensen fer at tosa við Bárð um nýggjasta tónleikaavrikið. Eisini fer Bárður sjálvur at syngja nøkur løg úr savninum.
At enda verður kaffi og høvi verður at keypa sær útgávuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald