Uttanlands

Liz Cheney: Trump ábyrgdina av kvettroyndini

-Talan var um eina kvettroynd, og táverandi forsetin Donald Trump hevði ábyrgdina av álopinum á Kongressina.

Fyrsta av fleiri almennum hoyringum um álopið á The Capitol 6. januar 2021 varð send beinleiðis í nátt á flestu av stóru amerikonskum sjónvarpsrásunum.

Fyrsta av fleiri almennum hoyringum um álopið á The Capitol 6. januar 2021 varð send beinleiðis í nátt á flestu av stóru amerikonskum sjónvarpsrásunum.

2022-06-10 12:53 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta varð greiða niðurstøðan hjá Bennie Thompson, formanninum í kanninarnevnd, sum seinastu nátt setti hol á eina røð av almennum hoyringum um hendingarnar rundan um álopið á The Capitol í Washington 6. januar 2021. Undan honum hevði varaforkvinnan í nevndini, republikanska Liz Cheney gjørt greitt, at Donald Trump hevði ábyrgdina av álopinum á Kongressina. Tað skriva Ritzau og BBC. 

[object Object]

Demokraturin Bennie Thomson og republikanarin Liz Cheney, tá tey lótu upp almennu hoyringina av álopinum á The Capitol í Washington í fjør. 

Bennie Thompson, sum er demokratiskur limur í Umboðsmannahúsinum, segði samtíðis, at Donald Trump stóð á odda fyri eini samansvørjing, sum skuldi undirkenna valsigurin hjá Joe Biden við forsetavalið.

-Donald Trump tapti forsetavalið í 2020. Amerikanska fólkið atkvøddi hann út úr Hvítu Húsunum. Tað var ikki valsvik, sum varð orsøkin til hetta úrslitið segði Thompson.

[object Object]

Í hesi fyrstu av fleiri almennum hoyringum í juni var távarandi løgmálaráðharrin hjá Donald Trump, Bill Barr, endurgivin fyri at siga, at hann fleiri ferðir hevði gjørt Trump púra greitt, at talan var ikki um valsvik, og at Joe Biden varð lógliga valdur til forseta. Eisini Ivanka Trump, dóttur fyrrverandi forsetan, segði í drúgvari samrøðu  við nevndina, at hon hevði sagt pápanum, at valið varð ikki stolið.

[object Object]

Kortini hevur Donald Trump hildið fast við, saman við mongum av sínum viðhaldsfólkum og ein stórum parti av republikanska flokkinum, at valið varð stolið frá honum. Hetta hóast eingi prógv eru fyri tí. Tvørturímóti hava sjálvt republikansk valeftirlitsfólk í fleiri statum ferð eftir ferð gjørt greitt, at valið fór rætt og lógliga fram.

Undir hoyringini í nátt umrøddi løgreglukvinna ræðurleikarnar á The Capitol álopsdagin, sum hon sammetti við ein veruligt kríggj úr einum filmi. Eisini greiddi filmsupptøkumaður frá sínum arbeiði undir álopinum. Sera ógvusligar videoupptøkur frá hesum eina tí myrkastu døgunum í amerikanskari søgu, vórðu eisini vístar, sum ikki hava verið frammi áður. Tað var bara um reppið, at ikki viðhaldsfólkini hjá Donald Trump og uppreistrarfólkini fingu steðgað lógligu valtilnevnisgongdini. Fleiri løgreglufólk lótu lív og hundraðtals vórðu særd. Vildi heilt illa til og tað eydnaðist Trump-viðhaldsfólkunum at røkka sínum málum, tá kundi hetta verið til eitt sætt blóðbað vísa eygleiðarar á. 

Hóast prógv verða løgd fram í almennu hoyringunum, so er talan ikki um eina rættarsak. Endamálið hjá kanningarnevndini er at leggja fram prógv, sum vísa, at Donald Trump varð upphavsmaðurin til hendingarnar í Washington. At hann fyriskipaði hesar, eftir at hava ásannað, at hann tapti valið men fann uppá tað páskot, at valið varð stolið frá honum. 

Komandi hoyringarnar verða 13., 14., 15. og 16. juni. Eins og í nátt fara flestu av teimum stóru amerikonsku sjónvarpsrásunum at senda beinleiðis frá hoyringunum, sum verða klokkan 15. føroyska tíð.

Ein av stóru sjónvarpsrásunum, Fox News valdi ikki at senda beinleiðis frá hoyringini. Ístaðin hevði hon sína egnu "hoyring" við fyri tað mesta republikanskum politikarunum, sum hava stuðlað og framvegis stuðla Donald Trump.

[object Object]

Niðurstøðan í  Fox News “hoyringini”  var, at øll kanningin av leiklutinum hjá Donald Trump í álopinum  er fullkomiliga skeiv, byggir á ósannindi  og er bara ein roynd at undirgrava og seta kíla í hansara møguligu uppstilling til forsetavalið í 2024 eins og rudda slóð fyri einum demokratiskum sigri til komandi miðval í november. 

Kjarnin í grundgevingunum í Fox News hoyringini varð, at Trump sjálvur gav tjóðarhirðini í statinum boð um at vera tilreiðar at steðga einum møguligum uppreistri. Hetta skal Trump hava gjørt, áðrenn álopið á Kongressina, og tí metir sjónvarpsstøðin, at hann er púra ósekur í ákærunum.

Hetta verður nú víst aftur í øðrum miðlum  í USA, tí orsøkin, katalysatorurin til álopið og uppreisturin varð nettupp lygnin hjá Trump um, at valið varð stolið, og at valúrslitið tí ikki mátti góðkennast í Kongressini. Víst verður á, at Trump sjálvur skal hava úttalað, at tað vildi ikki verið skeivt at hongt varaforsetan Mike Pence, um hann ikki gjørdi eftir boðunum at sýta fyri at góðakenna valúrslitið. 

Tað er greitt, at hesir spurningar fara at fylla nógv í amerikonsku miðlunum komandi tíðina.

[object Object]

Keldur: BBC, Ritzau, Politiken, NRK, DR, CNN, MSMBC, Washington Post og Fox News


https://edition.cnn.com/2022/06/09/politics/jan-6-hearing-takeaways-thursday/index.html

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder