Ljósfestin byrjar í morgin

Stóri dagurin er leygardagin - Dagfinn Olsen setur Ljósfestina. Hetta er fimta árið á rað, at Vágs kommuna heldur Ljósfest í nýggja haminum

- Ljósfest var eisini fyrr í Vági - frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum. Hetta fyri at hátíðarhalda fyrsta EL-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygt í 1921. Talan er um el-verkið í Botni í Vági.

- Ljósfest var eisini fyrr í Vági - frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum. Hetta fyri at hátíðarhalda fyrsta EL-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygt í 1921. Talan er um el-verkið í Botni í Vági.

2025-08-14 15:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vikuskiftið 15. til 17 august verður Ljósfest í Vági. Talan er nú um eitt árligt tiltak aftur - eitt vikuskifti við tiltøkum og tónleiki. 

Ljósfest var eisini fyrr í Vági - frá 1921 og nøkur ár fram á gamla skúlalagnum.

Vágs kommuna skrivar, at hetta var fyri at hátíðarhalda fyrsta EL-verkið í Føroyum og í danska kongaríkinum, sum var bygt í 1921. Talan er um el-verkið í Botni í Vági. 

100 ára hald saman við Sev 

Í 2021 avgjørdi Vágs Kommuna at skipa fyri einum degi í Vági, har list, tónleikur og tiltøk eru á skrá. Hettar saman við SEV, fyri at seta dám á 100 ára dagin fyri fyrsta el-verki í landinum, nemliga el- verkið í Botni í Vági. 

Ljósfestin í ár er sostatt tann fimta, sum Vágs Kommuna hátíðarheldur síðan 2021.  

Ljósfestin í ár byrjar fríggjakvøldið 15. august og endar sunnukvøldið 17. august. 

Byrjað verður í morgin, fríggjakvøldið, og stóri dagurin er leygardagurin. Tá setur Dagfinn Olsen eisini Ljósfestina, og nógv ymiskt er til børnini eisini. 

Sí meira á vagur.fo

Sí skránna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder