2021-09-07 14:03

Tá fólk norðanfyri í morgun skuldu gjøgnum tunlarnar norður um fjall, var tað ikki sum tað annars hevur verið seinastu tíðina.
Ferðslan hevur verið stýrd av ferðsluljósi, og hetta tykist at hava riggað væl. Men í morgun riggaðu ljósini ikki.
Landsverk sigur, at ljósreguleringin er óvirkin í løtuni. Arbeitt verður uppá brekið og lýst verður aftur tá ljósini rigga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald