Innanlands

Ljósreguleringin í tunlunum Norður um Fjall riggar ikki í løtuni

Tað krevur stórt arbeiði at fáa tað at rigga aftur, og tað ógreitt, nær tað fer at rigga aftur, sigur løgreglan.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-07-07 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ljósreguleringin í tunlunum norður um fjall riggar ikki í løtuni.

Har er okkurt farið í streymskápinum, og tí er skipanin óvirkin í løtuni, sigur løgreglan.

– Tað krevur stórt arbeiði at fáa tað at rigga aftur. SEV er í ferð við at loysa uppgávuna, men tað er ógreitt, nær tað fer at rigga aftur, sigur løgreglan.

Til ber tó framvegis at koyra gjøgnum tunlarnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder