Mentan

Ljósstrála setur sjóneykuna á sálarheilsu

Endamálið við bjørtu stráluni, sum lýsir hvørt kvøld í Klaksvík millum klokkan 20 og 21, er at seta sjóneykuna á sálarliga heilsu

2021-10-08 20:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týskvøldið varð ein ljóskastari settur upp við útfyllingina norðan fyri Biskupstorg. Endamálið við bjørtu stráluni, sum lýsir hvørt kvøld millum kl. 20 og 21, er at seta sjóneykuna á sálarliga heilsu.

Talan er um eitt hugtak, sum á enskum verður rópt ein “happening”, sum Klaksvíkar kommuna hevur givið heitið ‘Lýsandi løstir’. Tankin er, at ljósstrálan skal fáa okkum at grunda og umhugsa okkara egnu sálarheilsu. Myndatala kann ein siga, at ljósstrálan, sum lýsir úr einum byggiøki, skal vera ein mynd uppá nakað broytiligt, eins og eitt byggiøki, sum dag fyri dag verður umskapað frá nøkrum óskipaðum til nakað skipa og gagnligt.

Leygardagin verður skipað fyri ymiskum spennandi við útfyllingina. Eitt nú verður ein konsert, ið er ætlað ungum. Tiltakið er leygarkvøldið frá kl. 20 til 21 og verður tað Annika S. Biskupstøð, forkvinna í heilsunevndini, sum kemur at seta tiltakið. Átakið, lýsandi løstir, hevur Klaksvíkar kommuna í ár valt at skipa saman við Húsinum og Listarok.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder