– Tað var surrealistiskt at vakna í morgun og síggja Robertin á hotelkamarinum í morgun.
Tað sigur ein troyttur men takksamur Andrias Høgenni dagin eftir, at stuttfilmur hansara "Ikki illa meint" vann Robert-virðislønina fyri besta stuttfilm – nakað sum hann yvirhøvur ikki hevði roknað við.
Leikstjórin greiðir frá, at hann var sera takksamur bara fyri at verða tilnevndur, og hevði hann als ikki væntað at vinna. Tí gjørdist hann sera bilsin, tá navnið á stuttfilminum varð rópt upp.
– Hann var upp ímóti fleiri góðum filmum, so vit høvdu ikki væntað, at filmurin hjá okkum fór at vinna, sigur hann.
At "Ikki illa meint" – ein stuttfilmur, har meginparturin av tí, sum verður sagt, er á føroyskum – kann vinna eina Robert-virðisløn er eitt tekin um, at danir hava áhuga fyri Føroyum og føroyskari mentan.
– Hetta merkir, at danska filmsakademiið hevur blástemplað ein film, sum er á føroyskum, og tað er stórt, sigur Andrias Høgenni við Portalin.
Sjálvt filmsupptøkurnar vórðu gjørdar uppá bert fýra dagar. Filmsliðið brúktu tveir dagar uppá upptøkur í Føtex og tveir dagar á Oyrasundskollegiinum. Filmurin skuldi gerast uppá øgiliga stutta tíð, og tað hevur kanska verið ein fyrimunur, tí mann kann enda við at strika nógv góð ting, um mann sleppur at sita ov leingi við verkætlanini, heldur Andrias Høgenni.
Í løtuni er hann í ferð við at leggja lunnar undir eina størri verkætlan – ein spælifilmur, sum gongur fyri seg í Runavík.
Umframt Robert-virðislønina, hevur "Ikki illa meint" eisini vunnið Geytan og Canal+ virðislønina á stevnuni Semaine de la Critique í Cannes. Filmurin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald