Innanlands

Løgmaður: - Vit skulu uppføra okkum, sum vit gjørdu í mars

Heilsuverkið fer nú undir – aggressivt – at kanna føroyingar fyri korona

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-05 16:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn eru almennu Føroyar ikki farnar í panikk eftir at 16 fólk fingu staðfest korona mánadagin og í gjár, og allarhelst nakað væl meira fara at fáa tað í dag.

- Vit fara ikki at lukka landið niður, sum støðan er nú, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundinum í Kringvarpinum seinnapartin.

Áheitanin hjá løgmanni er at halda seg til tey tilmælini um frástøðu og reinføri, sum vit vóru so góð til at halda í vár – so mann fara at ganga.

Á tíðindafundinum varð staðfest av bæði løgmanni, heilsumálarráðharra, landslækna og fúta, at vit ikki hava tikið tilmælini í álvara hesa seinastu tíðina, og at tað er orsøkin til, at smittan nú er farin at ganga millum føroyingar fyri fyrstu ferð síðan apríl.

Fyri at forða smittuspjaðingini fer føroyska heilsuverkið í staðin í gongd við eina enn meira umfatandi testing av borgarunum – Kaj Leo Holm Johannessen, landsstýrismaður, kallaði tað eina ’aggressiva testing’.

Hetta inniber, at myndugleikarnir nú mæla ællum ferðandi til Føroyar um at lata seg kanna á sætta degi eftir heimkomu og eisini, at tað ikki longur krevst ein ávísing frá egnum lækna at fáa framt eina koronatest.

- Eg fari at heita á allar føroyingar, sum føla okkurt sjúkueyðkenni á sær, um at lata seg kanna, ljóðar áheitanin frá løgmanni.

Fyri at klára hetta, og fyri at sleppa undan ferðslutøppum rundan um Landssjúkrahúsið, fer Landssjúkrahúsið at seta upp tvær lonir uppi á Eirargarði til endamálið, upplýsti Kaj Leo Holm Johannessen. 

Herundir myndir frá tíðindafundinum í dag. Myndamaður er Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder