Innanlands

Løgmaður á Norðurlandaráðsfund í Oslo

Løgmaður luttekur á árliga ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, sum verður í Oslo í døgunum 30. oktober til 2. november – Høvuðsevnið á ársfundinum verður “Grøn, trygg og ung Norðanlond"

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Mynd: Løgmansskrivstovan)

Aksel V. Johannesen, løgmaður (Mynd: Løgmansskrivstovan)

2023-10-29 13:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 30. oktober til 2. november luttekur Aksel V. Johannesen, løgmaður á árliga ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum, sum hesaferð verður hildin í Oslo. Hetta er 75. ferð, at ársfundur hjá Norðurlandaráðnum verður hildin.

Allir átta norðurlendsku stjórnarleiðararnir eru við á toppfundinum.

Týsmorgunin 31. oktober, áðrenn ársfundurin verður settur, verður fundur millum allar norðurlendskar forsætismálaráðharrar, har eisini løgmaður luttekur. Á fundinum fara stjórnarleiðarnir eitt nú at umrøða, hvussu farast skal fram í mun til vitlíki (AI), ið mennist við rúkandi ferð, umframt veðurlagsátøk og komandi veðurlagsráðstevnuna COP 28, ið verður í Dubai síðst í november, skrivar Løgmansskrivstovan.

Høvuðsevnið á ársfundinum verður “Grøn, trygg og ung Norðanlond". Røður og kjak á fundinum taka støði í evnum sum grøn umlegging og luttøkan hjá ungum í fólkaræðnum. Løgmaður skal halda røðu týsdagin seinnapart. Jens Stoltenber, aðalskrivari í Nato, er í ár gestarøðari á fundinum. Røðan hjá Stoltenberg verður týsdagin 31. oktober í Stórtingssalinum.

Til ber at fylgja beinleiðis við ársfundinum her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder