2020-07-29 13:18
Okkurt bendir á, at landsstýrið arbeiðir við eini umfatandi einskiljing av landskassans ognum.
Í setanarrøðu síni segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fyri løtu síðani, at tað ikki er uppgávan hjá landinum at reka partabrøv.
Tað segði hann í sambandi við, at hann segði at grundleggjandi bygnaðarbroytingar standa fyri framman.
Men hann kom ikki inn á hvørji almenn partafeløg, talan er um. Helst er talan um Posta, BankNordik og Atlantsflog.
Løgmaður nevndi eisini, at ætlanin er at útveita almennar tænastur, og at avtaka og umskipa fleiri almennar nevndir og ráð.
Tú kanst fylgja løgmansrøðuni her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald