Innanlands

Løgmaður fær alsamt størri undirtøku

Meira enn triði hvør veljari peikar á Aksel V. Johannesen sum løgmansvalevni

Aksel V. Johannesen

Aksel V. Johannesen

2019-02-28 12:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Meira enn triði hvør veljari peikar nú á Aksel V. Johannesen tá tey verða spurd um hvør skal vera løgmaður.

Tá Spyr.fo sunnukvøldið gjørdi veljarakanning fyri Portalin, varð eisini spurt hvør skal vera løgmaður. Tað hevur Spyr.fo eisini gjørt í teimum undanfarnu kanningunum, og úrslitið av nýggjastu kanningini vísir, at Aksel V. Johannesen fær alsamt størri undirtøku.

Í øllum kanningunum hava nógv flest fólk peikað á sitandi løgmann – nakað, ið ikki er óvanligt – men gongdin seinastu ferðirnar vísir, at undirtøkan til Aksel V. Johannesen er vaksandi. Hesaferð vóru 33,6 prosent av teimum spurdu – meira enn triði hvør – sum peika á sitandi løgmann.

[object Object]Jørgen Niclasen og Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður fram um Jørgen
Nýggjasta kanningin vísir eisini, at formaður Sambandsfloksins nú fær størri undirtøku millum fólkið, enn formaður Fólkafloksins í spurninginum um hvør skal vera løgmaður.

18,6 prosent peika á Bárð á Steig Nielsen, meðan 14,5 prosent siga Jørgen Niclasen. Í undanfarnu kanningunum hevur Jørgen Niclasen havt munin. Seinast vóru tað 17,9 prosent, sum peikaðu á Jørgen Niclasen meðan 16,4 prosent peikaðu á Bárð á Steig Nielsen.

Formaður Tjóðveldis, Høgni Hoydal, megnar ikki rættiliga at vera við í hesi ’kappingini’. Hóast Tjóðveldi fær yvir 17 prosent av atkvøðunum, sambært kanningini, so eru tað einans 11,4 prosent, sum peika á formannin, Høgna Hoydal, sum løgmansevni, og undirtøkan er dalandi.

Nú er tað, sum kunnugt, ikki fólkið ella veljarin, sum ger av, hvør skal vera løgmaður. Tað er meirilutin av teimum, sum verða vald á løgting.

Men út frá tendensunum, sum hómast í hesi kanningini kann sigast, at hon er enn eitt høvi hjá Akseli V. Johannesen at bíða sum longst við at skriva út val, tí tíðin tykist í løtuni at arbeiða bæði fyri honum og Javnaðarflokkinum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder